Síðsta summar skifti Bjarni í Selvindi kendu umstøðurnar í StÍF út við Kristiansand og norskan hondbólt.
Evnini vóru eyðsæð við avrikunum í Betrideildini og eisini á U-landsliðum, og eftir nakað av tíð við skaðum og tilvenjing, hevur Bjarni í Selvindi av álvara gjørt bart í seinnu hálvu í Noreg. Millum annað var 21-ára gamli føroyingurin á mánaðarliðnum fyri mars.
Bakkurin hevur skorað nógv mál og lagt upp til nógv eisini, og í løtuni spælir hann týðandi leiklut í at halda Kristiansand í bestu norsku deildini.
Tað hevur tó verið greitt í eina tíð, at Bjarni í Selvindi skuldi víðari, og fyri lílari løtu síðani hevur Valur kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við skálamannin.
Í íslendska stórfelagnum síggja tey fram til, at spælarin, ið er kring føroyska A-landsliðið, kemur til Reykjavíkar at spæla. Vónin er, at Bjarni blómar víðari í Vali, sum er íslendskur steypavinnari, er við í meistarastríðum og hevur annað beinið í European Cup-finaluni.
Sí eisini: Allan og Valur hava annað beinið í evropeiskari finalu
Allan Norðberg, ið eins og Bjarni er uppvaksin í StÍF, hevur spælt við Vali hetta kappingarárið. 30-ára gamli høgri vongurin hevur eisini sáttmála við liðið fyri 2025/2025.
Bjarni í Selvindi og Valur hava gjørt sáttmála sum er galdandi til summarið 2026. Hann er úttikin sum eyka spælari til landsdystirnar móti Norðurmakedónia í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald