Kristiansand endaði triðaftast í grundspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini, og harvið varð neyðugt við upp- og niðurflytingardystum móti Melhus úr næstbestu deildini.
Liðið, ið fyrst vinnur tveir dystir, eigur eitt sæti í Rema1000-deildini. Í Kristiansand eru teir ógvuliga uppsettir uppá, at tað skal ganga. Liðið stóð seg væl í norsku steypakappingini - endaði nummar trý - og hevur víst eitt toppstig, sum er yvir tað at enda í botninum.
Tað snýr seg tó um at vera har, tá man veruliga skal, og tá var Kristianand í Aquarama í gjárkvøldið. Tríggir føroyingar eru í hópinum, og allir møttu sanniliga upp.
Føroyingar hjá Kristiansand í gjár:
Bjarni í Selvindi, 4 mál og 5 upplegg
Helgi Hildarson Hoydal, 4 mál og 1 upplegg
Tróndur Mikkelsen, 1 mál og 8 upplegg
Bjarni í Selvindi hevur spælt nógvar góðar dystir í seinastuni og var á mánaðarliðnum fyri í mars. Í gjár bæði skoraði hann og legði upp til nógv mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Helgi Hildarson Hoydal og liðfelagirnir kunnu fegnast um greiða sigurin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Bjarni í Selvindi og Helgi Hildarson Hoydal hava havt týðandi leiklut fyri liðið í seinastuni. Nógv bendir á, at teir spæla aðrastaðni enn í Kristiansand næsta ár, men teir vilja enda árið við einari bjarging og vera væl fyri til HM-dystirnar móti Norðurmakedónia - Bjarni er í fyrstu syftu bert við sum eykaspælari, hóast nógva framgongd í seinastuni.
Tróndur Mikkelsen er aftur á vøllinum, og hetta er ógvuliga jaligt. Landsliðsbakkurin hevur verið nógv darvaður av skaða í hesum kappingarárinum - í økslini og í knænum. Nú sær tað út til at knæiðið er í lagi, og Tróndur gjørdi mun í gjár. Við Portalin sigur 23-ára gamli havnarmaðurin, at hann burdi verið til reiðar til landsdystirnar í mai, og at hann nú fær betur skotið.
Les eisini:
Tróndur er nú tøkur aftur
16 spælarar úttiknir til HM-dystirnar móti Norðurmakedónia
Kristiansand bygdi sær annars eina leiðslu upp í fyrra hálvleiki, var á odda 15-11 í steðginum og vann at enda við 10 málum.
Sigurin í gjár merkir, at føroyingafelagið kann endaliga tryggja sær sæti í deildini við sigri á útivølli sunnukvøldið.
Kjartan Johansen hevur eisini spælt í Rema1000-deildini, og var landsliðsspælarin eisini ein týðandi partur av, at Bækkelaget endaliga tryggjaði sær enn eitt ár í fremstu røð næsta ár. 27-ára gamli bakkurin av Strondum hevur eisini verið skaðadarvaður hetta kappingarárið - tað er greitt, at Kjartan spælir aðrastaðni enn við Bækkelaget eftir summarsteðgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald