Hondbóltur

Føroyingar stríðast við verjupartinum móti slovenum

Føroyska liðið er aftanfyri við trimum málum, nú steðgur er í, í Porto. Elias á Skipagøtu spælir ikki við vegna trupulleikar við knænum, men hóast hetta hava okkara skorað fimtan ferðir.

2022-07-08 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóru tíðindini áðrenn dystin vóru tey, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki var í dystarklæðum. Sum skilst, var knæið hovnað eftir harða dystin móti Danmark í gjár, og harvið situr spælskiparin úr Hoyvík saman við venjaratoyminum í dag ístaðin fyri at bergtaka á vøllinum.

Kortini hevur tað fyri allarmesta verið talan um eina systkinabarna-bakketu, tí Rói Ellefsen á Skipagøtu, yngri beiggi Elias, hevur spælt nógv í dag. Spælið hevur í stórum løtum koyrt væl, men munurin er millum annað trý mál, tí annar slovenski málverjin hevur tikið fýra føroysk vong-skot.

Fyrstu løtuna fylgdust liðini, men so fingu slovenar av álvara glið á álopspartin og fingu hol á móti Paula Jacobsen, ið var byrjaður framúr og væl, og sum stóð við yvir 50 prosentum eftir tiggju minuttir. 

Føroyska verjan hevur ikki megnað at staðið ímóti slovenum, ið eru fysisikt sterkir og skjótir, men framvegis hanga føroyingar í.

Føroyar - Slovenia(15-18)
2. umfar í EM-endaspælinum fyri U20-lið, Porto, Portugal

Dystargongdin: 
5.min 3-3
10 min: 4-4
15 min: 7-9
20 min: 8-12
25 min: 12-16

Málskjúttar: 
Hákun West av Teigum 4 (1)
Óli Mittún 3
Pauli Mittún 3
Rói Ellefsen á Skipagøtu 3
Janus Dam Djurhuus 1
Baldur Gillason 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen: 7/25

Útvísingar: 
Viktor Nørlyng Gaini 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder