placeholder
Fótbóltur

Føroyingarnir bjargaðu nakað av æruni í 2. hálvleiki

Eftir eitt vánaligt føroyskt avrik og eitt væl upplagt svenskt lið í 1. hálvleiki, endaði tað 0-0 eftir stegðin. Føroyar taptu tó so dyggiliga fyri Svøríki.

2019-09-05 21:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar tóku í kvøld ímóti Svøríki í fimta dystinum í bólki F í EM-undankappingini. 

Hjá Føroyum vóru Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson við aftur. Rógvi Baldvinsson avloysti Odmar Færø í miðverjuni, og Hørður Askham fekk sín fyrsta A-landsdyst. Hann spældi á høgra bakki - Gilli Rólantsson var darvaður av heilaskjálvta og ikki í hópinum. 

Fyrri hálvleikur var sera tungur fyri føroyska liðið - í roynd og veru var hann pínligur.

Svøríki var ágangandi fyrstu minuttirnar og kom beinanvegin til støður, ið føroyska liðið tó fekk handfarið. Innan fyrstu tíggju minuttirnar vóru eisini góðar føroyskar taktir. Eftir eitt skjótt álop kom fyrst innlegg úr vinstru og síðani høgru, ið ein føroyingur var nær við at fáa fatur á.

Føroyska liðið tyktist rímiliga vælskipað fyrstu løtuna, men so líðandi spældi svenska liðið bóltin runt um, innum og afturum føroyska liðið næstan eftir vild. Við ró og góðsku á bóltinum skræddi svenska liðið tað føroyska sundur. Okkara tyktust alla tíðina at vera eitt ella tvey fet aftanfyri, og sviar spældu ein góðan 1. hálvleik.

1-0 málið kom eftir stórar tíggju minuttir, og tað kom eftir gott svenkst uppspæl. 
Høgra bakkurin Mikeal Lustig legði inn úr høgru, og Aleksander Isak gjørdi eina góða renning í ryggin á Rógva Baldvinsson og kundi ótarnaður stútað í málið til 1-0. Tríggjar minuttir seinni sló 19-ára gamli áleyparin úr Dortmund, ið byrjaði inni á fyrsta sinni,til aftur. Brandur Hendriksson spældi bóltin beint í svenskar føtur stutt uttanfyri føroyska brotsteigin. Hetta revsaði Isak við kassa 1 við harðari og góðari avslutning.

Føroyskal liðið tyktist skelkað, sviar høvdu sjálvsálit og yvirskot og gjørdu eftir vild. Í samband við 3-0 málið fingu Føroyar í tveimum førum ikki rudda heilt burtur eftir hornaspark, bólturin endaði hjá verjuleikaranum Victor Lindelöf, og Manchester United leikarin smekkar bóltin í nærmara málhorn við høgra beini.

Síðani tók Svøríki fótin nakað av speedaranum, og Føroyar fingu flutt bóltin fínt runt í løtum,og høvdu tvær royndir ímóti svenska málinum. Jóan Símun stútaði omanfyri og lítla løtu rakti Hallur Hansson síðunetið. Stutt fyri hálvleik var aftur galið, tá bólturin endaði bólturin hjá kantleikaranum Robin Quaison, ið stutt inni í føroyska brotsteiginum smekkaði bóltin niður í longra málhorn við høgra beininum. 

Tað var ikki stuttligt at vera føroyskur landsliðsleikari hesa løtuna. Í steðginum varð René Shaki skiftur út, Heini Vatnsdal kom inn í miðverjuna, Rógvi Baldvinsson fór uppá miðvøllin, har Hallur og Brandur býttu um pláss. Føroyingar fingu eina góða støðu og horna beinanvegin, men skjótt aftaná var Atli Gregersen noyddur at rudda bóltin burtur av strikuni, tá Gunnar Nielsen og Heini kloddaðu í tí. Gunnar hevði síðani tvær bjargingar

Restina av dystinum fór fram, uttan nakað kollveltandi hendi: Svøríki helt nógv uppábóltin í løtum og søkti ikki miðvíst eftir fleri málum. Kreftirnar skuldu sparast til sunnudagin, tá Norra er á skránni. Føroyska liðið stríddist væl, og royndi at halda muninum á fýra málum/minka um hann. Jóannes Bjartalíð kom inn til sín fyrsta landsdyst og gjørdi tað væl. Klaksvíkingurin var millum annað við í besta føroyska álopinum, ið endaði við, at Sølvi Vatnhamar akkurat ikki fekk stýrt bóltinum í málið.

Sunnudagin er ein uppaftur meira torfør uppgáva á skránni. Hon er í Spania.   

Føroyar - Svøríki
 0-4 (0-4)
Tórsvøllur, 05.09
11' Alexander Isak 0-1
15' Alexander Isak 0-2
23' Victor Lindelöf 0-3
41' Robin Quaison 0-4

Føroyar: (4-4-1-1)
Gunnar Nielsen – Hørður Askham, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen (46' Heini Vatnsdal), Brandur Hendriksson Olsen (76' Meinhard Egilsson Olsen), Árni Frederiksberg (62' Jóannes Bjartalíð) – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson

Svøríki (4-4-2): Robin Olsen - Mikael Lustig (46' Emil Krafth), Victor Nilsson Lindelöf, Andreas Granqvist (L), Pierre Bengtsson - Sebastian Larsson, Kristoffer Olsson, Albin Ekdal (62' Gustav Svensson), Robin Quaison - Alexander Isak, Marcus Berg

Áskoðaratal: 5108

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder