Fótbóltur

Føroyingarnir eru komnir til Spania

Beint áðrenn klokkan tvey lokala tíð setti flogfarið hjá Atlantsflogi seg í Aeropuerto de Asturias.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-07 00:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gijón, Spania (Portalurin) - Í gjárkvøldið taptu Føroyar 4-0 á heimavølli móti Svøríki. Í morgun vandi liðið á Tórsvølli, áðrenn tað fór hvør til sítt.

Teir tjúgu leikararnir hittust aftur saman við venjaratoymi og hjálparfólki í Vágum í kvøld, og settu kósina móti Gijón í Spania.

Við í ferðalagnum vóru eisini miðlar og FSF-umboð og áleið 30 føroyskir áksoðarar. Vit frætta frá FSF, at tað verða áleið 50 føroyskir fjepparar til dystin. 

Í annaðkvøld venur føroyska liðið og hevur tíðindafund á Estadio El Molinón, har dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 19.45 føroyska tíð.

Portalurin fylgir landsliðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder