
Hillerød Fodbold vann í dag tryggan sigur í 7. umfari í næstbestu donsku deildini. Tað var, tá HB Køge vitjaði á fyribils heimavøllinum hjá Hillerød í Helsingør. Hetta var millum annað tveimum føroyingum at takka.
Tað vóru bert tveir og ein hálvur minuttir farnir, tá hart innlegg kom úr høgru. HB Køge-verjuspælari megnaði ikki at handfara tað - rakti ikki bóltin ordliga tá hann skuldi rudda - og so var Adrian Rúnason Justinussen til reiðar: Hann skuldi bara seta fótin á og leggja Hillerød á odda.
Adrian gjørdist dagsins spælari hjá Hillerød í dag, og hevur hann í sjey dystum í ár skorað fýra mál.
Tjúgu minuttir eftir 1-0 málið varð HB Køge fangað í høga trýstinum hjá Hillerød. Bólturin endaði hjá Poul Kallsberg í brotsteignum, og hann var ísakaldur: Eina nerting og so legði 22-ára gamli strandingurin Hillerød á odda 2-0.
Poul Kallsberg-málmynd, á fyrsta sinni í Danmark (Mynd: Hillerød Fodbold)
Hetta var fyrsti dystur frá byrjan hjá Poul í Hillerød-blusuni, og hann endaði væl. Heimaliðið økti stutt fyri steðgin. Hetta var í samband við returbólt eftir skot hjá Poul Kallsberg. HB Køge minkaði um munin við beinleiðis frísparki stutt eftir steðgin og misnýtti eitt brotspark í 84. minutti.
Tað endaði 3-1, og harvið fer Hillerød upp á 3. pláss Betina Liga.
Skíggjamynd: Betina Liga
Málini hjá Adriani og Poul síggjast her - við at trýsta á Hil-HBK
Kolding og Meinhard Egilsson Olsen vunnu í dag 1-0 á B93 og hava, eins og Hillerød, 13 stig fyri sje dystir.
Martin Agnarsson skoraði í 2-2 javnleikinum hjá Aarhus Fremad móti hinum uppflytarunum úr Middelfart. Meira um hetta seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald