Hondbóltur

Føroyingarnir fyrireika seg nú til HM í hitanum í Póllandi

U21-liðið hevur havt seinastu venjing sína undan dystinum móti Norðurmakedónia í morgin. A-landsiðsvenjarin er eisini við - sí nakrar myndir her.

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

2025-06-17 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir midnátt kom føroyska ferðalagið uppá pláss í Katowice í sunnara parti av Póllandi. Har skulu allir dystirnir hjá Føroyum í U21 HM-endaspælinum spælast; líkamikið hvussu leingi føroyska liðið verður við.

Tað er heitt í pólska býnum - eini 25 hitastig seint seinnapartin - og tað verður heitari næstu dagarnar. Tí er at vónað, at "air condition" í stóru Spodek leikhøllini er nøktandi.

Sí eisini: Nú ferðast teir til Póllands

Føroyar hava havt nógvar venjingar saman - í Føroyum - í seinastuni. Í dag var vant í einari høll í Katowice. Hetta var seinasta venjingin undan endaspælinum sjálvum.

Sum sæst á myndunum niðanfyri er høvuðsvenjarin á A-landsliðnum Peter Bredsdorff-Larsen eisini við í Póllandi. Hjálparvenjarin á A-landsliðnum, Hjalti Mohr Jacobsen, er U21-venjari saman við Djóna Gaard Joensen.

Fyrsti dysturin verður spældur móti Norðurmakedónia í morgin, mikudagin 18. juni, klokkan 13 føroyska tíð. Hann kann stroymast HER

Sí eisini: Óli Mittún: - Fantastiskt at fáa ein seinasta dans við vinmonnunum

Sí nakrar myndir frá HSF niðanfyri:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder