Hondbóltur

Føroyingarnir hoyrast betri í høllini í Skjern

Neyvan hevur ”Det er et yndigt land” vera sungin so spakt tá eitt danskt hondbóltslandslið fyrr hevur spælt á danskari grund.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-27 15:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar eru í stórum meiriluta á áskoðaraplássunum kring vøllin í Skjern, har EM-undankappingardysturin júst er bríkslaður í gongd.

Fjølmiklu føroysku áskoðararnir hoyrast væl.

Eitt sindur keðiligt í mun til sjónvarpsframleiðsluna er, at flestu føroysku fjeppararnir siga á somu síðu har sjónvarpsupptøkutólini eru, og tí síggjast teir ikki, meðan spælið fer fram.

Tað var øgiligur munur á at føroysku áhoyrararnir hoyrdu betri, bæði tá leikararnir vórðu nevndir við navni, og serliga tá tjóðsangirnir vórðu sungnir.

Danska liðið verjir álopssinnað við einum manni – Magnus Landin – frammi, júst sum føroyski landsliðsvenjarin hevði forútsæð og fyrireika spælararnar uppá.

Annars gingu tað tríggir minuttir áðrenn fyrsta málið kom í dystinum. Tað var Mikkel Hansen, sum kundi skora í tómt mál av tí at føroyingar høvdu tikið málmannin út í sambandi við útvísing.

Tað nærkast hálvleiki, og danir hava uppbygd sær eina trygga leiðslu í dystinum. Men tað leggur tó ongan dempara á væl uppløgdu føroysku áskoðararnar, sum áhaldandi stuðla sínum liði.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder