Fótbóltur

Føroyingarnir í næstbestu norsku deildini fingu góða byrjan

Mikkjal Thomassen og hansara menn vunnu á útivølli, Gullbrandur Øregaard spældi 90 minuttir í tryggum sigri, Bryne við Rógva Baldvinsson vann, og Meinhard Egilsson var við til at halda málið hjá Mjøndalen reint.

Frederiksstad var Jóannes Bjartalíð og Brand Hendriksson Olsen fyriuttan, men við Mikkjali Thomassen sum oddamanni vann liðið 1-0 á Kristiansund í gjár. Hetta liðið flutti niður úr bestu deildini í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frederiksstad var Jóannes Bjartalíð og Brand Hendriksson Olsen fyriuttan, men við Mikkjali Thomassen sum oddamanni vann liðið 1-0 á Kristiansund í gjár. Hetta liðið flutti niður úr bestu deildini í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-04-11 10:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ein ógvuliga langan uppstart fóru teir endliga at spæla um stig í næstbestu norsku deildini í gjár, 2. Páskadag. Í OBOS-ligaen eru nú fýra lið, sum hava føroyska umboðan, so áhugavert verður at fylgja við. Trý av hesum fýra liðunum vunnu í 1. umfari, og eitt spældi málleysan javnleik.

0-0 á heimavølli móti Åsane var ikki tað, sum Mjøndalen setti nøsina upp. Tó var tað jaligt at síggja Meinhard Egilsson Olsen spæla fullan dyst. Landsliðsspælarin átti eisini sín leiklut í, at Mjøndalen helt málið reint og harvið fekk eitt stig. Eins og í nøkrum dystum í fjør spældi eysturoyingurin, ið hevði 26-ára føðingardag í gjár, á høgra bakki. Ymiskar skaðar í hópinum eru orsøk til tess. Førðingardagsbarnið endaði við at fáa gult kort.

Bryne var á heimavølli móti Kongsvinger og fekk ein heldur óvæntaðan sigur. Rógvi Baldvinsson kom á vøllin í 77.minutti at spæla sum ein av trimum miðverjum. Í yvirtíðini skoraði heimaliðið til 2-1, og harvið ein góð byrjan hjá Rógva og liðfeløgunum. Ein av teimum er Noah Hans Mneney. 20-ára gamli miðvallarin ið Bryne keypti frá Víkingi í vetur, sat á bonkinum allar 90 minuttirnar og hevur harvið sína almennu debut í Noregi til góðar.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen í verjustøðu, sum hann var í nakað oftari í gjár, enn vanligt er. Tá hann spældi landsdyst seinast legði kviki 26-ára gamli føroyingurin upp til mál (Mynd: Mjøndalen)

[object Object]Rógvi Baldvinsson í luftnærdyst í venjingardystinum í Norðurmakedónia fyri tveimum vikum síðani. Tá byrjaði royndi miðverjin inni (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Gullbrandur í Horni Øregaard til venjing hjá Sandnes Ulf 

Gullbrandur í Horni Øregaard er uppvaksin í Noregi, og í fjør spældi hann í beint undir helminginum av dystunum hjá Sandnes Ulf. 20-ára gamli miðvallarin, sum eisini kann spæla í miðverjuni, spældi allar 90 minuttir, tá lið hansara í gjár vann 4-1 á Skeid. Hetta var dystur nummar 20 hjá Gullbrandi á besta liðnum í felagnum, har Ári Mohr Jónsson eisini hevur spælt. Hann hevur 7 U21-landsdystir á baki.

Fyri fyrstu ferð er ein føroyskur høvuðsvenjari í næstbestu norsku deildini, og í fyrstu royndini eydnaðist Mikkjali Thomassen at vinna. Tað var ikki hissini uppgáva: Á útivølli móti Kristiansund sum í fjør spældi í bestu deildini, og sum er ein av fremstu favorittunum at flyta upp úr OBOS-deildini. Håvard Åsheim skoraði einsamalla málið í dystinum í 49. minutti, og Frederiksstand fær rós fyri eitt sterkt og haldgott avrik. Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð vóru ikki tøkir, men síðstnevndi er ikki so langt frá at vera tað.

1. umfar í OBOS-ligaen - "føroysku dystirnir"
Mánadagin 10.04 - 2. páskadag

Kristiansund - Frederikstad 0-1

Mikkjal Thomassen høvuðsvenjari - Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð eru úti við skaðum í løtuni

Sandnes Ulf 
- Skeid 4-1

U21-landsliðsspælarin Gullbrandur Øregaard spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum

Bryne FK - Kongsvinger 2-1

Rógvi Baldvinsson kom inn í miðverjuna í 77. minuttir - Noah Mneney var á bonkinum allan dystin

Mjøndalen - Åsane 0-0

Á 26-ára føðingardegi sínum spældi Meinhard Egilsson Olsen allar 90 minuttirnar sum høgri bakkur


Leygardagin klokkan 14 spæla Sandnes Ulf og Bryne á útivølli moti ávíkavist Sogndal og Ranheim. Eitt samdøgur seinni skulu Frederikstad og Mjøndalen í eldin - ávíkavist á heimavølli og útivølli.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder