Hondbóltur

Føroyingauppgerð á Frederiksberg í kvøld

Pauli Mittún og liðfelagirnir fara eftir 9. sigrinum á rað í uppflytingarstríðnum. FIF, við øðrum føroyskum landsliðsspælarum, skal forða hesum. Aarhus hevur eisini lykladyst.

Leivur Mortensen (t.v.) og Jónas Gunnarsson Djurhuus (t.h). FIF-liðfelagirnir skulu í kvøld stríðast móti millum annað Paula Mittún, tá landsliðsliðfelagirnir hittast í uppgerð í 1. Division (Mynd: Agnar Prestá)

Leivur Mortensen (t.v.) og Jónas Gunnarsson Djurhuus (t.h). FIF-liðfelagirnir skulu í kvøld stríðast móti millum annað Paula Mittún, tá landsliðsliðfelagirnir hittast í uppgerð í 1. Division (Mynd: Agnar Prestá)

2024-02-16 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir føroyingar eru í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, og fleiri teirra stríðast fyri uppflyting til tað, sum er ein av ovastu deildunum í Evropa.

[object Object]
Stigatalvan í løtuni - 26 umfør skulu spælast (Mynd: hbold.dk)

Landsliðsspælararnir Pauli Jacobsen og Rói Berg Hansen spæla fyri HØJ, sum nú liggur væl fyri í uppflytingarstríðnum. 19-ára gamli strandingurin og U-landsliðsspælarin Búi Djurhuus Poulsen hevur verið í Grindsted-hópinum til nakrar dystir. Pauli Mittún er lyklaspælari hjá Team Sydhavsøerne, og landsliðsmiðverjarnir, Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen, spæla í Aarhus HC. Har er Peter Bredsdorff-Larsen í nevndini.

Aarhus spælir í kvøld týðandi dyst í Skive. Tvey stig skilja liðini undan uppgerðini. Tað snýr seg um at í minsta lagi enda á 3. plássi fyri at hava ein møguleika, so fyri Teis, Peter og Peter snýr tað seg um at fáa tvey stig í Skive, nú umførini fækkast í hvørjum. Dysturin byrjar klokkan 18.30 føroyska tíð.

[object Object]
Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh til landsliðsvenjing (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingauppgerð er á skránni á Frederiksberg. FIF er ikki heilt sloppið frá niðurflytingarstríðnum, so dysturin hevur nakað at siga fyri liðið við trimum hoyvíkingum í hópin. Jónas Gunnarson Djurhuus er lyklaspælari í bakketuni og yngri beiggin, Janus Dam Djurhuus, og Leivur Mortensen kappast um plássið á vinstra vongi. 

Allir eru lesandi og búgva á Oyrasundskolleginum. Á sama matrikkli býr millum annað Pauli Mittún. Hann spælir fyri Team Sydhavsøerne, sum er staðsett á Lollandi. Liðið venur tó ofta í Valby og hóast nógvar skaðar í løtuni, so hava Pauli og liðfelagirnir nú vunnið níggju dystir á rað. 21-ára gamli hoyvíkingurin hevur lyklaleiklut í bakketuni, og liðið kann við sigri í kvøld nærkast topp-trý.

Les eisini: 
Pauli Mittún greiður toppskjútti móti Skive
Oyrasundsbúgvar á EM-liðnum: - Tað verður ikki størri

Dysturin í Frederiksberg Hallerne byrjar klokkan 19 føroyska tíð. Sydhavsøerne stendur sum favorittur. Allir dystirnir í næstbestu donsku deildini kunnu stroymast ókeypis við appini Tophåndbold

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder