Tað er ikki langt ímillum Horsens og Vejle í eystara parti av Jútlandi. Í dag tekur liðið hjá AC Horsens leiðina til býin við yvir 50,000 íbúgvum. Har taka Viljormur Davidsen og Vejle ímóti liðnum, ið hevur Hall Hansson og Sonna Ragnar Nattestad á liðnum.
Vejle hevur havt tað trupult í Superligaini í seinastuni. Uppflytararnir liggja næstniðast við 12 stigum. Bæði Vejle og Horsens vóðru sligin út úr donsku steypakappingini í seinastu viku.
Les eisini: Finnur og Erik víðari til kvartfinaluna
Hjá Horsens gongur tó betri í landskappingini. Í løtuni er liðið hjá Bo Henriksen á 6.plássið, ið gevur atgongd til endaspælið um meistarahetið. Um Horsens fær trý stig í kvøld, so verður ein góð frástøða løgd til OB, Brøndby og AGF, sum øll eru tvey stig aftanfyri og hava leikt ein dyst fleiri.
Sonni Ragnar og Hallur byrjaðu báðir inni í steypadystinum móti AaB seinast. Hallur hevur verið fastur maður í longri tíð. Síðani Sonni Ragnar kom til felagið, hevur høgi miðverjin til tíðir byrjað inni og aðrar dystir á bonkinum. Viljormur er fastur maður á vinstra vongbakki í Vejle.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.00. Hann kann síggjast á TV3 Sport og á Viaplay.
Fótbóltur
Føroyingauppgerð í Vejle í kvøld
Hallur, Sonni Ragnar og Horsens vitja Viljorm.
Tríggir av hesum landsliðsleikarunum kunnu vónandi síggjast á vøllinum í Vejle í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)
2018-11-05 14:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald