
Tað gjørdist ongantíð ein tættur toppdystur í Max Schmeling-høllini í kvøld. Til tað var Füchse Berlin alt ov sterkt á degnum.
Tað tók eina løtu at koma í gongd, men so fór heimaliðið bara frá Melsungen. Stutt var millum málini, og í steðginum var 18-12.
Füchse hevur størri profilar og betri breidd enn Melsungen. Allarstørsta navnið á vøllinum var sjálvandi Mathias Gidsel. Heimsins besti hondbóltsspælari gjørdi - serliga eftir steðgin - júst tað sum hann vildi. Nummar 19 hjá "revunum" skoraði heili 15 mál.
Mathias Gidsel eigur stóran leiklut í, at Füchse Berlin nú er á gullgáttini (Mynd: EPA)
Hákun West av Teigum spældi allar 60 minuttirnar í álopinum. Føroyingurin fekk tó ikki nógvar bóltar at arbeiað við - soleiðis er tað eisini at spæla saman við Gidsel og liðnum, sum fer nógv inn yvir miðjuna. Hákun gjørdi tó, sum so ofta fyrr, sítt, tá hann fekk bóltin. 23-ára gamli føroyingurin skoraði trygt og flott uppá sína skotroynd.
Hetta var nakað inn í 2. hálvleik, tá Füchse fór longur frá Melsungen. Munurin í oddadystinum var eina løtu tíggju mál. Tað endaði 37-29, og harvið standa Hákun West av Teigum og teir einsamalt sum oddalið, nú trý umfør resta í.
Støðan í oddinum í Bundesliguni eftir fjórðseinasta umfar
1. Füchse Berlin 52 stig
2. Magdeburg 51 stig
---------------------------
3. Melsungen 50 stig
4. THW Kiel 46 stig
Nummar 1 og 2 koma í Champions League næsta ár
Endaskráin er á pappírinum góð: Einki lið sum er í ovaru hálvu er eftir. Teir seinastu tríggir dystirnir hjá Füchse Berlin verða spældir innanfyri teir næstu tíggju dagarnar - felagið hevur ongantíð áður vunnið meistaraheitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald