Fótbóltur

Føroysk dómarakvartett skal stýra landsdysti týsdagin

Heini Viðoy verður inni á vøllinum, Jørleif Djurhuus og Jógvan Breckmann manna linjurnar, og 4. dómarin eitur Jákup Øssurson Mohr, tá Írland og Andorra spæla í Dublin.

Jógvan Breckmann (t.v.), Heini Viðoy (í miðjuni) og Jørleid Djurhuus (t.h.) til evropeiska uppgávu. Nú eru teir saman í írska høvuðsstaðnum og fyrireika seg til Írland - Andora

Jógvan Breckmann (t.v.), Heini Viðoy (í miðjuni) og Jørleid Djurhuus (t.h.) til evropeiska uppgávu. Nú eru teir saman í írska høvuðsstaðnum og fyrireika seg til Írland - Andora

2025-09-08 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru ikki bert føroysk landslið, A-landsliðið í dag og U21-landsliðið í morgin, sum hava uppgávur uttanfyri Føroyar í hesum døgum.

Ein føroysk dómarakvartett er í løtuni í Dublin, har ein U21-landsdystur skal leiðast í morgin.

Heini Ziska Restorff Viðoy (fyrr Heini Ziskason Viðoy) verður dómari - maðurin í miðjuni.

Jørleif Djurhuus og Jógvan Breckmann skulu vera hjálpardómarar til Írland-Andorra.

Jákup Øssurson Mohr stendur sum 4. dómari.

Allir hesir hava havt evropeiskar uppgávur í summar, og eru hesir altjóða dystirnir týðandi partur av menningini fyri føroysku dómararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder