Hondbóltur

Føroysk hondbólts-og fókaveitsla fyri framman

Tað er bert eitt skert oddalið í bólkinum, sum veruliga kann oyðileggja hana. Hvørki Steins ella Smits við Tjarnir í kvøld men nógvir føroyingar sum eru spentir.

Toppskjúttin í Svøríki og hjá Føroyum í hesari undankappingini, Óli Mittún, skal nú royna at skjóta mál við Tjarnir. Føroyar standa sum lítlir favorittar í bólkinum, men hóast lyklaspælarar ikki eru tøkir hjá teimum appelsinlittur, so verður hetta framvegis tyngsta uppgávan higartil í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Toppskjúttin í Svøríki og hjá Føroyum í hesari undankappingini, Óli Mittún, skal nú royna at skjóta mál við Tjarnir. Føroyar standa sum lítlir favorittar í bólkinum, men hóast lyklaspælarar ikki eru tøkir hjá teimum appelsinlittur, so verður hetta framvegis tyngsta uppgávan higartil í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-12 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagurin sum so nógv hava bíðað eftir, er nú her. Í kvøld verður nýggja stóra høllin við Tjarnir karmur um sín fyrsta landsdyst.

Sí eisini: (Myndir): Telja niður í Hoyvikshaganum

Talan er um 3. umfar í EM-undankappingarbólki 6. Føroyar taka ímóti oddaiðnum Niðurlondum. 

Støðan eftir tvey umfør: 
1. Niðurlond 3 stig

2. Ukraina 2 stig
--------------------
3. Føroyar 2 stig
4. Kosovo 1 stig

Seks umfør skulu spælast. Tvey tey fremstu londini í bólkinum koma víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum koma eisini víðari.

Mótsstøðuliðið í kvøld er hægst styrkismetta liðið í bókinum. Føroyar standa tó sum lítlir favorittar at vinna júst hendan dystin hjá veddingarfyritøkum. Her spælir heimavøllurin helst nógv inn. Tað er eisini ógvuliga týðandi fyri Føroyar at fáa stig í vikuni - annars verður stórt trýst á undan dystunum í Kosovo og móti Ukraina í mai.

Tað fæst helst ikki ein meira lagalig løta at vinna á Niðurlondum. Ikki tí; Føroyar hava skaðar - Vilhelm Poulsen og Peter Krogh helst teir mest týðandi av teimum - umframt at Teis Horn Rasmussen júst er komin aftur. Hetta er eisini framvegis sterkasta mótstøðan, sum Føroyar higartil hava fingið í kappingini. Hjá gestunum er tað tó so, at tveir teir allrstørstu profilarnir eru ikki við.

Sí eisini: Føroyar sleppa undan heilt stóru stjøruni hjá Niðurlondum

Sí eisini: Bæði liðini skulu spæla uttan lyklaspælarar

Talan er um spælskiparan Luc Steins (vøddaskaði) og Kay Smits (hjartatrupulleikar) Bakspælararnir úr ávikavist PSG og Flensburg-Handewitt hava verið lyklaspælararnir til stóru framgongdina seinastu árini og eru spælarar við dygdum á ógvuliga høgum stigi. Umframt teir er sterki strikuspælarin og miðverjin Lars Krooj eisini uttanfyri.

Tríggir teir størstu profilarnir hjá Føroyum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og Hákun West av Teigum, hava ongantíð ella heilt sjálvdan verið betri fyri. Teir skulu spæla væl, og so skal Pauli Jacobsen, sum hevur góða gongd í HØJ, hava neyðugu bjargingarnar, meðan heldur øðrvísi verjan ger sítt fyri at tálma niðrulendsku ferðini.

Sí eisini: 
Hákun: - Liðini minna nógv um hvørt annað
Elias: - Nú gleða vit okkum bara til at spæla her

Føroyar vunnu teir seinastu seks dystirnar á Hálsi. So er spurningurin, um man fær eina frálíka byrjan við Tjarnir frammanfyri umleið 3.000 spentum føroyingum, ið eru til reiðar til eina hondbólts- og fólkaveitslu.

[object Object]
Meira stórslignar umstøður hjá Føroyum at spæla undir nú og meira pláss til spentar fjepparar (Mynd: Sverri Egholm)

19.00: Føroyar - Niðurlond

Dysturin sæst í Kringvarpinum og hoyrist á FM1
Portalurin hevur nógv tilfar frá klokkan 16 í okkara beinleiðis bloggi. Út á kvøldið kemur eisini nógv út á forsíðuna frá stóra dystinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder