Føroyar spæla um eina løtu tann fyrra av tveimum venjingardystum í Litava. John Petersen hevur nú sett føroyska liðið:
Í mál er Jóna Nicolajsen. Útileikarar eru Birita B. Nielsen, Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein, Margunn Lindholm, Sara Samson Lamhauge, Jacoba Langgaard, Rebekka E. Danielsen.
Sum skilst úr Kaunas, so er talan um eina 4-5-1 leikskipan, har liðið er skipað á hendan hátt: Jóna - Birna, Lív, Birita, Rebekka - Sara, Eyðvør, Jacoba, Margunn, Ásla - Heidi
Ásla Johannesen er føroyskur liðskipari.
Á bonkinum frá byrjan eru: Monika Biskopstø, Rakul V. Magnussen, Sarita Maria Mittfoss, Olga Kristina Hansen, Katrina Akursmørk, Julia Naomi Mortensen, Ása Á Reynatúgvu, Rebekka F. Benbakoura, Nadja Dam Johannesen
Dysturin kann stroymast á Facebook-síðuni: Moterys už futbolą
Les eisini:
- Týdningarmikið at fáa sæð allar leikararnar
Føroyar hava vunnið seinastu fýra ferðirnar móti Litava
Fótbóltur
Føroyska liðið í Kaunas er sett
Fyrsta bríksl í venjingardystinum er klokkan 15.00 føroyska tíð.
Ásla Johannesen, sum til dagliga spælir í FC Norðsjælland, er liðskipari í dag (Mynd: FSF)
2019-04-07 13:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald