Fótbóltur

Føroyskir útisetar vísa sín stuðul

Skarv í Keypmannahavn vísir týdningarmikla dystin KÍ-Molde í kvøld. Bæði føroysk og norsk fløgg verða hongd upp.

(Mynd: Edmund S. Jacobsen)

(Mynd: Edmund S. Jacobsen)

2023-08-08 16:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eins og tá KÍ og svensku meistararnir BK Hacken spældu í síðstu viku, verður í kvøld skipað fyri at vísa dystin millum KÍ og Molde á stórskíggja á Skarv í Keypmannahavn.

Á henda hátt ber til hjá útisetum og øðrum í økinum at vísa sín stuðul til KÍ og annars koma saman við føroyingum.

Dyrnar á Skarv lata upp klokkan 19 við durasnapsi, og sjálvur dysturin byrjar klokkan 20:45 danska tíð.

Edmund S. Jacobsen, sum er ein av fyriskiparunum sigur, at hann so fegin vildi hava eitt norskt flagg, nú tað longu frammanundan vóru tvey føroysk.

Hann gjørdi ikki mætari enn at møta upp á norsku sendistovuni í Keypmannahavn uttan úrslit. Men í norsku kirkjuni á Amager bar til.

- Vanliga lána tey ikki fløgg út, men eg fekk tvey fløgg við mær at lána til dystirnar millum KÍ og Molde. Bæði tann fyrra í kvøld og tann seinna um eina viku, sigur Edmund S. Jacobsen.

Tað er ókeypis atgongd á Skarv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder