Flogbóltssamband Føroya: Løtuna í fyrsta setti, tá vit vóru frammanfyri ímóti Rumenia seinast, fóru vit at droyma um ein javnan og spennandi dyst ímóti Ísrael, men so skjótt vit sóu, at at Ísrael hevði givið Kroatia skarpan gang, vistu vit, at okkara dystur ímóti Ísrael fór at gerast eins trupul og allir hinir.
Vit fóru 10 afturum í fyrsta setti, tá støðan gjørdist 14-4, men stóðu okkum heldur betur restina av settinum og endaðu á 12 stigum.
Annað sett var líkt tí fyrra, og vit vóru komin upp á 5, tá Ísrael var 10 frammanfyri, altso 15-5, men síðani var púra javnt restina av settinum, sum Ísrael vann 25-15.
Í triðja setti vóru ongantíð 10 á muni. Byrjanin var heldur betri enn í hinum settunum, og støðan gjørdist 12-8 til Ísrael, tá vit vóru komin í helvt. Hetta mynstrið endurtók seg í seinnu hálvu, og so endaði settið 25-16.
Næsti dystur hjá Føroyum er á heimavølli ímóti Ísrael sunnudagin 4. september kl. 17.
Í morgin, sunnudagin, kl. 18 spæla hini liðini í bólkinum, Kroatia og Rumenia.
Ísrael - Føroyar, kvinnur: 3-0 (25-12, 25-15, 25-16)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald