Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar fyrireika seg í Finnlandi

Fyrri venjingardysturin móti finnum verður í dag, týsdagin 4. apríl, klokkan 16.45. Dysturin er umráðandi partur av fyrireikingunum til EM undankappingini. Stroymt verður á handis.tv.

Nakrar av teimum úr føroyska hópinum meðan tær bíða í Kastrup (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Nakrar av teimum úr føroyska hópinum meðan tær bíða í Kastrup (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2023-04-04 09:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið fer í heyst í gongd við undankappingina til EM 2024. Sum partur av fyrireikingunum til hetta, skal liðið nú spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi.

Ferðalagið kom uppá pláss í Finnlandi seinnapartin í gjár og hevði eina venjing í gjárkvøldið. Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á Facebook-síðu sínari. 

Tann fyrri av venjingardystunum er á skránni í dag, týsdagin 4. apríl. Fyrsta bríksl er klokkan 16.45 føroyska tíð. Dysturin kann stroymast á síðuni handis.tv. Tað kann dysturin í morgin, mikudagin 5. apríl, klokkan 16 eisini.

[object Object]
Systrarnar Ingibjørg og Rannvá Olsen úr Vestmanna saman við blaðungu mariu Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum, sum er við A-landsliðnum fyri aðru ferð (Mynd: HSF)

[object Object]
Súna Krossteig Hansen og Brynja Høj (Mynd: HSF)

[object Object]
Sonja Sirdal á Bergi úr Stjørnuni er við A-landsliðnum á fyrsta sinni (Mynd: HSF)


[object Object]
Guðrið á Borg og Elsa Egholm úr H71 (Mynd: HSF)

Sambært styrkismetingini hjá evropeiska hondbóltssambandinum eru Føroyar í løtuni sterkari enn Finnland. Til undankappingina er Finnland styrkismett sum nummar 32, meðan Føroyar eru styrkismettar sum nr. 27, skrivar hsf.fo. 

Harvið kunnu tættir dystir væntast í Finnlandi. Føroyska liðið er tó uttan nakrar av teimum, sum hava verið fast við seinastu árini. Mest merkisvert er helst, at Turið Arge Samuelsen ikki er við. Hon hevur givið avboð. Durita Christoffersen Jojic, Marianna Geirsdóttir Eystberg og Maria Halsdóttir Weyhe eru heldur ikki í hópinum. Ístaðin sleppa aðrar framat, sum hava spælt lítið ella als einki á A-landsliðnum. Millum tær eru Maria Pálsdóttir Nólsoy úr Nestianum. Sí allan hópin niðast.

Landsliðsvenjarar á túrinum eru Mark Lausen-Marcher og Finnur Hansson. Finnur Hansson heldur helst fram sum hjálparvenjari, men ítróttarstjórin í Hondbóltssambandinum stendur fyribils á odda; leitað verður í løtuni eftir avloysara fyri Sonna Larsen.

Í samrøðu við Portalin fyri mánaði sínum segði Mark Lausen-Marcher millum annað, at HSF hevur sett yvirleggjaran høgt í mun til at finna nýggjan landsliðsvenjara hjá kvinnum. Vónirnar at kappast um at koma til EM eru góðar, staðfesti ítróttarstjórin og fyribils landsliðsvenjarin eisini.

Venjingardystur
Týsdagin 4. apríl

16.45: Finnland - Føroyar 

(Stroyming: handis.tv)

Føroyski hópurin: 

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing-Falster Håndbold
Rakul Wardum, Ajax København

Útileikarar:
Guðrið á Borg, H71
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71 (Við eftir at Lív Bentsdóttir Zachariasen hevur fingið ein snudd)
Rannvá Olsen, VÍF
Ingibjørg Olsen, ÍBV
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København
Súna Krossteig Hansen, Ajax København
Natasja Hammer, Haukar
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Brynja Høj, Neistin
Sonja Sirdal á Bergi, Stjørnan
Pernille Brandenborg, København Håndbold

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder