Fótbóltur

Fótbóltsdystur tikin av sjónvarpsskránni tí dómarin var ein kvinna

Bundesligadysturin millum Bayern München og Augsburg fríggjakvøldið varð tikin av sjónvarpsskránni í Iran.

Bibiana Steinhaus (Mynd: EPA)

Bibiana Steinhaus (Mynd: EPA)

2019-02-17 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt áðrenn Bundesligadysturin millum Bayern München og Augsburg byrjaði fríggjakvøldið, var dysturin tikin av sjónvarpsskránni í Iran. Orsøkin var, at ein kvinna skuldi døma dystin.

Kvinnuligi dómarin var Bibiana Steinhaus, sum síðan 2017 hevur dømt fleiri Bundesligadystir.

Orsakað av islamisku reglunum, verða kvinnur, sum eru lætt ílætnar ikki vístar í iranskum sjónvarpi. Orsøkin var sostatt, at kvinnuligi dómarin var í shorts, skrivar TV2.

Nógvir iranskir fótbóltsfjepparar gjørdust vónsviknir av hesum.

Í 2018 var eisini fyrstu ferð síðan 1979, at iranskar kvinnur fingu loyvi at koma inn á ein fótbóltsvøll.

Hetta hendi í sambandi við ein landsdyst millum Iran og Spania á Azadi Stadium í Teheran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder