2019-04-04 11:17
            
        
        
                
                        
Tey bæði tapini móti Malta og Rumenia síggjast nú aftur á FIFA styrkislistanum. Føroyska landsliðið er dottið fimm pláss niður á listanum.
Føroyar liggja nummar 102 á nýggjasta listanum.
Tey flestu mundu havt vænta meir av landsliðinum móti Malta, har tað endaði við einum skuffandi 2-1 tapi. Hóast spælið var beri móti Rumenia, endaði tað við stórum tapi, tá endaliga støðan vísti 4-1.
10 tey fremstu liðini á FIFA styrkislistanum eru hesi:
- Belgia
 - Frakland
 - Brasilia
 - Ongland
 - Kroatia
 - Uruguay
 - Portugal
 - Sveis
 - Spania
 - Danmark
 
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald