Vanligt er, at Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við feløgini, skipar fyri fótbóltsskúlum kring landið hvørt summar, men nú er greitt, at í summar verður eingin fótbóltsskúli fyriskipaður:
– Vit høvdu sjálvandi vónað, at tað fór at bera til aftur í ár, men vit meta ikki, at tað verður ráðiligt, og tí er avgerðin longu tikin, um at eingin fótbóltsskúli verður í ár, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipari hjá FSF.
Umleið 600 børn og ung hava á hvørjum ári tikið lut á fótbóltsskúlunum hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í fjør vóru fimm fótbóltsskúlar á skránni: Toftum, í Havn, á Argjum, á Eiði og í Vágum.
Ætlanin er annars, at ungdóms- og barnafótbólturin kann fara í gongd skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald