Fótbóltur

Fótbóltstiltak fyri fólk við menningartarni

Tiltakið eydnaðist væl, og fingu bæði roynd og óroynd møguleika at hugna sær við bóltinum.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2018-10-01 22:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum partur av Grassroots vikuni hjá UEFA, skipaðu FSF og Parasport Føroyar farna sunnudag fyri fótbóltstiltaki á Tórsvølli, ið var ætlað fólkum við menningartarni.

Tiltakið eydnaðist væl, og fingu bæði roynd og óroynd møguleika at hugna sær við bóltinum. 

Hetta var samstundis seinast Grassrootstiltakið í ár. Tilsamans hava umleið 500 børn og ung luttikið á tiltøkunum, sum síðstu vikuna hava verið kring alt landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder