Fótbóltur

Gunnar og Víkingur komnir eitt fet víðari í Evropa

Leirvíkingurin var ikki við vegna skaða, tá Víkingur Reykjavík hóskvøldið spældi javnt í Eysturríki. Liðið skal í februar spæla play-off dystir í Conference League móti Panathinaikos.

Gunnar Vatnhamar noyddist at hyggja at í gjár. Hann kundi tó fegnast - og í februar er spennandi uppgáva á skránni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar noyddist at hyggja at í gjár. Hann kundi tó fegnast - og í februar er spennandi uppgáva á skránni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-20 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur Reykjavík hevur aftur skrivað íslendska fótbóltssøgu. 

Í nýggju deildarskipanini í Conference League endaði Víkingur á 19. pláss. 36 lið eru við, og gevur eitt 19. pláss play-off dystir um at koma í 1/16-finalurnar.

Harvið er langur vegur enn til tað heilt fína, men tað er gott fyri eitt íslendskt lið at røkka hesum. Hetta gevur eisini heilt fitt av peningi afturat til íslendsku silvurvinnararnar.

Víkingur tryggjaði sær endaliga plássið í play-off umfarinum við javnleiki á útivølli móti LASK Linz. Liðið úr íslendska høvuðsstaðnum endaði harvið við átta stigum fyri sínar seks dystir í deildarspælinum

[object Object]
Mynd: Víkingur Reykjavík

Gunnar Vatnhamar var ikki við í Eysturríki í gjár. Leirvíkingurin er darvaður av skaða. 

Vónin er tó, at Vatnhamar er við, tá Víkingur Reykjavík í februar skal spæla tveir dystir móti grikska stórfelagnum Panathinaikos um at koma eitt fet víðari afturat.

Lutakastið var í dag, og tað er greitt, at dystirnir verða spældir 13. februar (í Kópavági) og 20. februar (í Athen) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder