Á hvørjum ári fer ungdómslandsliðið hjá RSF til Danmarkar at luttaka í DM í inniróðri, og 2025 verður einki undantak
Aftur í ár verður DM í Gladsaxe – hesaferð tann 11. januar 2025.
- Hetta er ein dagur við nógvum góðum og strævnum løtum, har okkara íðkarar koma at luttaka í sprint og teinarógving: tey yngru 2-4 minuttir og tey eldru á 2000 metrum.
Hetta skrivar Róðrarssamband Føroya á heimasíðu sínari. Har verður samstundis kunngjørt, at ungdómslandliðsvenjarin, Sarita Kristina Hansen, hevur givið hesum 12 íðkarum landsliðsboð:
U12 dreingir – Jógvan S. við Misá, Róðrarfelagið Tindur.
U13 gentur – Natasja Hansy úr Hørg, Sumbiar Ítróttarfelag.
U13 dreingir- Martin Eirikson Mikkelsen, Róðrarfelagið Tindur.
U14 gentur – Victoria Høghamar, Eiðis Róðrarfelag.
U14 gentur – Sirið Mørkøre, Eiðis Róðrarfelag.
U14 dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag.
U16 gentur – Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur.
U16 gentur – Kristvør Clementsen, Róðrarfelagið Knørrur.
U16 gentur – Vár í Húsinum, KÍF Kappróður.
U16 dreingir – Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur.
U17 dreingir – Teitur Borg Brattaberg, Vágs Kappróðrarfelag.
U18 dreingir – Pauli Joensen, Róðrarfelagið Tindur.
Nú fara íðkarnir – í samráð við ungdómslandsliðsvenjaranum – at venja fram ímóti kappingini.
Við í ferðalagnum verða eisini Vár Guriardóttir Hansen, umboð fyri RSF og Annika Jacobsen, liðleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald