Betrideildin er júst farin í gongd, men fokus næstu tíggju dagarnar verður á landliðsfótbólt. Føroyska A-landsliðið hjá monnum setir í morgun kósina ímóti Malta, har fyrsta uppgávan í EM-undankappingini verður leygardagin.
Flogfarið fer úr Vágum klokkan átta. Kastrup er málið, har bíðað verður eina løtu og har útisetarnir leggjast afturat. Seinnapartin gongur leiðin víðari til lítlu oynna í Miðjarahavinum, Malta.
Har verður fyrireika seg næstu dagarnar, áðrenn spennandi dystin á Ta’Qali leikvøllinum móti Malta leygarkvøldið, og síðani í Cluj í Rumenia týsdagin í næstu viku.
Portalurin er við á ferðini, og vit koma at hava ymiskt spennandi tilfar næstu dagarnar.
Hópurin sum Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur úttikið til dystirnar móti Malta og Rumenia:
Málverjar: Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen
Verjuleikarar: Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen, Magnus Egilsson, Gilli Rólantsson Sørensen, Bartal Wardum
Miðvallarar: Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Árni Frederiksberg, Sølvi Vatnhamar
Áleyparar: Jóan Símun Edmundsson, Jákup Thomsen, Klæmint Andrasson Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald