Stokkhólmur, Svøríki (Portalurin) -
- Trist og rotið
- Aftur ein frammaná
- Pínligt at vera á vøllinum
Soleiðis lýstu nakrir av leikarunum 4-0 tapið fyri Noreg í gjárkvøldið. Fráfarandi landsliðsvenjarin Lars Olsen vísti á, at nakrir býttir feilir vórðu gjørdir aftur í hesum dystinum, og tað var við til at gera tapið so stórt.
Farið varð av Ullevaal beinleiðis út á flogvøllin, har Atlantsflog fleyg leikarar, venjaratoymi, hjálparafólk, umboð frá FSF, fjeppararnar og miðlarnar til Stokkhólm.
Her hevur landsliðið eina venjing í Stokkhólmi seint fyrrapartin, og tað snýr seg um at koma fyri seg kropsliga og sálarliga eftir hørðu upplivingina í Oslo í gjárkvøldið. Teir leikararnir ið ikki leiktu í gjárkvøldið skulu helst fáa nakrar metrar í beinini og nakað av inntensiteti.
Skræddir sundur á Ullevaal (dystarfrásøgn)
Myndir: Noreg-Føroyar
Tað varð viðgingið, at avrikið als ikki var gott nokk í gjár, og nú miðað teir í føroyska hópinum eftir at gera tað væl betri móti Svøríki, ið vann 2-0 í Rumenia í gjárkvøldið og harvið spældi seg víðari til EM-endaspælið. Seinasti dystur hjá Føroyum í hesari undankappingini verður leiktur á Friends Arena mánakvøldið klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald