Eftir sjey umfør, har spenningurin sum so heldur sær á øllum mótum, verða eyguni hjá sjey av liðunum í Meistaradeildini hjá monnum nú vend móti steypakappingini aftur.
Sí eisini: Meistaradeildin: Kappingin sær nógv tættari út í ár
Fyrr í mánaðinum vórðu Skála, EB/Streymur og AB sligin út eftir tap í dystum móti øðrum Meistaradeildarliðum í 1. umfari (áttandapartsfinalunum).
FC Hoyvík vann seg víðari eftir longda leiktíð móti TB og skal av álvara royna seg í Sarpugerði í kvøld.
KÍ er stórfavorittur á Svangaskarði. Men í fleiri dystum í ár hava verandi steypavinnararnir verið skinklandi, og B68 hevur vunnið sær fýra stig fyri tveir dystir seinastu tíggju dagarnar: Tey eru komin til høldar móti HB og Víkingi.
Størsti spenningurin er tó um grannauppgerðina í Gundadali. Seinastu árini er hon oftast endað við javnleiki - og oftast 2-2 sum 2. páskadag og í steypafinaluni í 2024 - so tað kann gerast eitt langt og spenanndi kvøld. Størri trýst er á HB, sum er ringari gongd í landskappingini.
Seinasta fjórðingsfinalan verður í Sørvági í morgin, har NSÍ vitjar.
Kappingin um Løgmanssteypið
| Fjórðingsfinalur | ||
| 29. apríl (18:30) | HB – B36 | – |
| 29. apríl (18:30) | Víkingur – FC Hoyvík | – |
| 29. apríl (18:30) | B68 – KÍ | – |
| 30. apríl (18:30) | 07 Vestur – NSÍ | – |
FM1 sigur frá HB - B36 og B68 - KÍ í kvøld og 07 Vestur - NSÍ í morgin, hósdagin.
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald