Fótbóltur

Meistaradeildin: Kappingin sær nógv tættari út í ár

Rákið sæst týðiliga eftir sjey umfør: Munurin er sjálvdan stórur í dystum, og serliga seinastu umførini eru lítlir og størri skelkir farnir fram.

B36 hevur tvey tey seinastu umførini greitt sína skyldu sum favorittur - seinast á Argjum sunnudagin. Men B36 hevur eisini snávað, á heimavølli móti Skála, og AB hevur gjørt hol í sjógvin og liggur á sama stigatali sum HB (Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevur tvey tey seinastu umførini greitt sína skyldu sum favorittur - seinast á Argjum sunnudagin. Men B36 hevur eisini snávað, á heimavølli móti Skála, og AB hevur gjørt hol í sjógvin og liggur á sama stigatali sum HB (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-28 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá 6. umfar í Meistaradeildini var á skránni 19. og 20. apríl vóru allar fimm uppgerðirnar "botn-fimm" móti "topp-fimm".

Um allir dystirnir høvdu verið lidnir eftir 96 minuttir, og um Simon Jørgensen hjá Skála hevði skorað til 1-0, tá hann í yvirtíðini fekk stóran møguleika móti Víkingi, hevði botn-fimm "vunnið umfarið".

Men tað endaði 0-0 á Skála, og í Runavík og á Argjum skoraðu ávikavist NSÍ og KÍ seint, so at tað í stigum endaði 8-5 til tey "klassisku liðini í topp-fimm". 

Greipuvinnararnir fingu tó bert eitt stig móti uppflytarunum á Argjum, hinir uppflytarnir fingu stig móti Víkingi, og B68 tók øll á bóli og vann 3-1 á Svangaskarði móti HB.

Sí eisini: NSÍ avgjørdi í 97. minutti - KÍ bjargaði sær stig á Argjum í 99. minutti

Bara fyri at gera púra greitt, so er talan um hesa uppbýtingina, tá vit siga "botn-fimm" og "topp-fimm":

Topp-fimm í fremstu mansdeildini: KÍ, Víkingur, HB, B36 og NSÍ
Botn-fimm: Hini fimm í deildini (07 Vestur endaði nummar fimm í 2023 og EB/Streymur í 2022)

Soleiðis hevur verið síðani 2015 - við undantaki av 2022 og 2023 tá NSÍ flutti niður/var í 1. deild

6. umfar var góð mynd á heldur øðrvísi rákið í ár, og eisini í 7. umfari eydnaðist fleiri av lægru liðunum á stigatalvuni at taka stig móti teimum hægri: 

Víkingur er gamaní ikki í topp-fimm í løtuni, men B68 vann sær fjórða stigið í vikuni við 2-2 í Sarpugerði, og á Skála fekk aftasta liðið stig móti oddaliðnum.

NSÍ hevði annars gjørt reint boð móti "botn-fimm" áðrenn kommunuppgerðina, men sum bolt.fo vísir á, hevur einki av teimum vanligu topp 5 liðunum fingið fulla úrtøku móti vanligu botn 5 liðunum í ár.

Og sum yvirlitið hjá bolt.fo og FaroeSoccer vísir, so eru longu sjey úrslit hesi sjey umførini, har botn fimm hevur vunnið stig móti topp-fimm.

Støðan:

[object Object]
Sum heild eitt got rák fyri kappingini. Umframt hetta eru nógvir dystir tættir og fáir stórsigrar.

Tað skal tó sigast, at tað kann verða tættari í byrjanini fyri síðani at verða størri munur millum liðini út á kappingini. Men higartil er spenningur á øllum mótum.

Sí skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder