Aftur í kvøld stríddust eysturríksku menninir sum úlvar á skóg, men til síðst skrædnaði og Frakland vann 33-28.
Harvið er greitt, at fraklendingar eru á fyrsta plássi í bólki 1 í millumfarinum, og spæla EM-hálvfinalu um vikuskiftið.
Hálvleiksstøðan var 15-16 til Eysturríki, og tá gott korter var eftir var støðan 22-22. Men í endanum av dystinum gjørdu Dika Mem, Nikola Karabatic og hinir á franska liðnum arbeiðið liðugt.
Eysturríki kann framvegis spæla seg í hálvfinaluna. Liðið spælir seinasta dyst í millumumfarinum móti Íslandi mikudagin.
Ísland vann í dag fyrsta sigurin í millumfarinum. Tað var móti Kroatia 35-30.
Danir, sum hava vunnið allar sínar dystir, vunnu í gjár móti Noreg. Tað hevur við sær at Danmark eisini hevur vunnið seg í hálvfinaluna.
Hálvfinalur verða leiktar fríggjadagin og finalan verður sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald