Hondbóltur

Frakland tryggjaði sær bronsu í síðstu sekundunum

Karabatic smekkaði bóltin í netið, tá fá sekund vóru eftir, so Frakland vann 26-25 móti Týsklandi.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-01-27 15:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Verandi heimsmeistararnir vunnu móti Týsklandi í bronsudystinum.

Fraklendingar, sum seinnu árini hava vunnið HM fleiri ferðir, mugu taka til takkar við bronsuheiðursmerki í ársins HM-endaspæli. Seinnapartin vann Frakland á Týsklandi 26-25. Støðan var 13-9 til Týskland tá liðini fóru til hálvleiks.

Seinastu sekundini í dystinum vóru ógvuliga spennandi.

Týskland hevði møguleikan at avgera dystin tá tíggju sekund vóru eftir, men mistu bóltin. Bara fá sekund áðrenn dystarendan smekkaði Nikola Karabatic bóltin í netið til franskan sigur.

Danmark og Noreg hittast í finaluni klokkan 16:30 føroyska tíð. Dysturin verður vístur bæði á DR 1 og TV 2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder