Hondbóltur

Frálíkt ÍF Føroyar-avrik móti FIF

Tað var tó júst ikki nóg mikið til at fremja ein steypaskelk í gjárkvøldið. Liðið úr næstbestu deildini, ið spardi føroysku landsliðsspælarar sínar, vann 25-24 á Amager.

Nakrir av hesum spældu í spennandi steypadystinum í gjár - nakrir vóru ikki tøkir. ÍF Føroyar, sum til dagliga spælir í fjórðbestu deildini, bjóðaði veruliga FIF av og kann nú hugsavna seg um at royna at flyta upp (Mynd: ÍF Føroyar - eftir dyst fyrr í kappingarárinum)

Nakrir av hesum spældu í spennandi steypadystinum í gjár - nakrir vóru ikki tøkir. ÍF Føroyar, sum til dagliga spælir í fjórðbestu deildini, bjóðaði veruliga FIF av og kann nú hugsavna seg um at royna at flyta upp (Mynd: ÍF Føroyar - eftir dyst fyrr í kappingarárinum)

2024-02-09 07:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein ávisur spenningur í luftuni á Amager í gjárkvøldið, har tað var so at siga fullsett í høllini. Tað vóru fyri tað mesta føroyingar - helst umleið 100 fólk - men eisini aðrir áskoðarar, og steypahuglag var.

FIF spælir tvær deildir omanfyri ÍF Føroyar. Liðið av Frederiksberg hevur landskappngardyst á skránni í vikuskiftinum og hevði valt at spart nakrar lyklaleikarar. Millum annað spældu føroysku A-landsliðsspælararnir, Jónas Gunnarson Djurhuus og Leivur Mortensen, als ikki.

Ístaðin sótu teir báðir hoyvíkingarnir kanska og bitu negl eitt sindur.  Tað var um reppið, at tað kostaði FIF at satsa við hópinum á hendan hátt. "Eykamenninir" vóru í øllum førum um ein háls av føroyingunum frá byrjan. 

Venjararnir Eirikur Simonsen og Bartal Klein Olsen høvdu sett menninar rætt upp - sinnisiliga og viðvíkjandi tí taktiska. Verjan hjá føroyingunum var krútsterk frá byrjan, og sum heild hevði útiliðið tað trupult at koma til upplagdar møguleikar - serliga fyrstu tjúgu minuttirnar. Takklingarnar sótu, menn fluttu seg rætt og bakkaðu hvønna annan upp, og í málinum hevði Hørður Trygvason nógvar bjarginar gjøgnum dystin.

ÍF Føroyar spældi long álop og royndi harvið at stýra leikferðini. Hetta eydnaðist sum heild væl, og flott gjøgnumbrot frá ymiskum spælarum, langskot frá serliga Áka Egilsnes og snild vongmál og strikumál - frá millum annað leikandi venjaranum í øðrvísi leikluti - vóru at síggja. ÍF Føroyar vann eisini fýra brotskøst, ið Bartal Klein Olsen umsetti til mál.

Heimaliðið var á odda tað mesta av fyrra hálvleiki, men orkan tyktiskt at ganga eitt sindur undan hjá teimum í bláum, og støðan var 10-11, tá menn fóru at hvíla seg í Sundbyøsterhal 1. Tá var tað ikki eydnast føroyingunum at skora í nærum sjey minuttir.

Tað var tó ÍF Føroyar, ið legði betri fyri eftir steðgin við sterkum og snildum spæli. FIF gjørdi fleiri tekniskar villur, men dysturin var sum heild ógvuliga javnur, fram til eitt lítið korter var eftir. FIF kom einaferð á +3, og so var spurningurin, um luftin var farin úr føroysku ballónini. ÍF Føroyar fekk tó skjótt vent tí, og eftir 52 minuttir var 21-21 og háspenningur.

Áskoðarnir vóru væl við, og frustratiónin á teimum á útiliðnum - spælarum og venjarum - merktist aftur. Tað eydnaðist tó FIF at aftur leggja sjógv ímillum seg og allar føroyingarnar, og sjálvt um ÍF Føroyar skoraði øll trý málini í seinastu tveimum minuttunum, so vóru teir hartarbeiðandi lesandi/arbeiðsmenninir, sum spæla í fjórðbestu deildini og venja eini tvær ferðir um vikuna, júst ov stuttir. 

[object Object]
Føroysku spælararnir takka áskoðarunum fyri stuðulin eftir tætta dystin 

[object Object]
Nógvir føroyingar, av Oyrasundskolleginum og aðrastaðni, vóru komnir í høllini

5. umfar í donsku steypakappingin hjá monnum
Í gjár, hósdagin 8. februar í Sundbyøster (Amager)
ÍF Føroyar - FIF 24-25 (10-11)

Dystargongdin:

5 min: 2-1
10 min: 2-3
15 min: 5-4
20 min: 8-6
25 min: 10-9
30 min: 10-11
35 min: 13-13
40 min: 15-15
45 min: 17-19
50 min: 19-21
55 min: 21-23

Málskjúttarnir hjá ÍF Føroyum:
Bartal Klein Olsen 7 (4)
Julian Olsen 4
Áki Egilsnes 4
Rani Højgaard 3
Bergur Ákason 2 
Niels Jákup Egholm 2
Rúni Vest Højgaard 1
Rune Olsen 1

Bjargingar: 
Hørður Trygvason: 11

Venjarar: Eirikur Simonsen og Bartal Klein Olsen

FIF kann sleppa at royna seg móti liði úr fremstu deildini í næsta umfari. Janus Dam Djurhuus spældi beint yvir ein hálvleik fyri FIF í gjár. 21-ára gamli hoyvíkingurin hevði ikki nakað skot. Jónas Djurhuus og Leivur Mortensen vera aftur á liðnum, tá tað vitjar í Tønder sunnudagin. FIF er í løtuni á 8. plássi í næstbestu deildini, sum telur 14 lið.

Menninir hjá ÍF Føroyum hava áður spælt seg uppaftur longri í steypakappingini. Hetta var tó ein góð og stuttlig uppliving fyri føroyska liðið, ið næstu mánaðirnar fara at stríðast fyri at flyta upp í triðbestu deildina. 

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum skulu seinni í mánaðinum spæla í 5. umfari í steypakappingini. Tær hava longu sligið lið úr triðbestu deildini - tað er ikki endaliga greitt, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu møta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder