Tað gjørdist ein trupul dagur á skrivstovuni hjá KÍ-leikarunum, sum í kvøld vóru á vitjan hjá meistarunum í Kosovo, FC Ballkani.
Í fyrra hálvleiki riggaði nærum einki hjá klaksvíkingum, sum so at siga einki skaptu. Hinvegin setti heimaliðið seg á dystin, og var á odda 2-0 í hálvleikinum.
Tá heimaliðið so tíðliga í seinna hálvleiki økti til 3-0 gjørdist uppgávan ógvuliga tung hjá KÍ.
Spakuliga komu teir kongablaú inn aftur í dystin, og eftir frísparksinnlegg frá Jóannes Bjartalíð í 69. minutti eydnaðist tað Páll Andrassyni Klettskarð at seta bóltin í netið til 3-1.
Stutt fyri leiklok var Páll Klettskarð aftur seinastur á bóltinum, og minkaði um munuin til 3-2, sum eisini gjørdist úrslitið.
Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat feldi Odmar Færø ein mótstøðumann og fekk reytt kort.
Hóast tað verður uttan Odmar Færø, so má 3-2 sigast at vera eitt fínt útgangsstøði til returdystin á Tórsvølli hósdagin í næstu viku.
FC Ballkani - KÍ 2-3 (2-0)
30' Nazmi Gripshi 1-0
41' Meriton Korenica 2-0
50' Albion Rrahmani 3-0
69' Páll Andrasson Klettskarð 3-1
88' Páll Andrasson Klettskarð 3-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald