Tað er ofta tungur burður at reka eitt føroyskt ítróttafelag, og á vestara armi av Skálafjørðinum hava tey kent sviðan av fíggjarligum og ítróttarligum treytum.
Ingi Guttason Hansen tók við sum formaður í 2020, tá Skála hevði stóra skuld, og tá koronafarsóttin rakti. Fleiri onnur komu eisini upp í nevndina. Besta mansliðið flutti niður í 2020, upp aftur árið eftir, men úrslitið í 2022 gjørdist aftur ein niðurflyting úr Betrideildini. Nú er Skála í gongd við enn eitt ár í 1. deild, og óvist er framvegis hvussu nevndin verður samansett.
Eitt stórt arbeiði er gjørt millum annað fyri at fáa Skála Ítróttafelag á beina fíggjarliga kós, men sum skilst ynskja so at siga allar nevndarlimirnir at fara úr nú - harímillum formaður.
Tað eydnaðist ikki at manna eina nýggja nevnd á aðalfundinum fyrr í vetur og heldur ikki á eykaaðalfundinum fyri tveimum vikum síðani.
- Eftir at tað ikki eydnaðist at manna nýggja nevnd á seinasta aðalfundi, verður hervið lýst til nýggjan eykaaðalfund. Skrá sambært viðtøkunum. Á fundinum verður framtíð felagsins til viðgerðar.
- Viðtøkur felagsins siga, at felagið kann ikki avtakast um minst 15 limir ynskja at halda áfram. Vónandi møta fleiri til fundar, ið hava hesa áskoðan, skrivar Skála Ítróttarfelag.
Eykaaðalfundur verður í kvøld, hóskvøldið tann 30. mars, klokkan 19.00 í bygdasalinum á Skála.
Fótbóltur
Framtíðin hjá Skála skal koma uppá pláss í kvøld
Tað er ikki eydnast at manna nevndina á aðalfundi ella eykaaðalfundi. Nýggjur eykaaðalfundur verður í bygdasalinum í høllini í kvøld klokkan 19. Neyðugt er at minst 15 limir møta upp, og at tilgongdin við nýggjari nevnd verður sett í gongd.
Formaðurin seinastu árini, umframt tey flestu av hinum í nevndini, ynskja ikki at halda fram. Torført hevur verið at fingið fólk til nevndina í Skála Ítróttarfelag
2023-03-30 14:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald