Fótbóltur

Franz Beckenbauer er deyður

Týski "keisarin" gjørdist 78 ár. Hann var ein av størstu fótbóltsspælarunum í sínari tíð og vann millum annað HM sum bæði spælari og venjari.

Fótbóltsheimurin hevur síðani sunnudagin syrgt ein av teimum stóru gjøgnum søguna. Hann hevur havt risa týdning fyri týskan fótbólt og fótbólt sum heild (Mynd: EPA)

Fótbóltsheimurin hevur síðani sunnudagin syrgt ein av teimum stóru gjøgnum søguna. Hann hevur havt risa týdning fyri týskan fótbólt og fótbólt sum heild (Mynd: EPA)

2024-01-09 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsheimurin hevur síðani sunnudagin syrgt ein av teimum stóru gjøgnum søguna. Franz Anton Beckenbauer er á teimum flestu almennu alheimsliðum, sum er sett og hevur hann havt risa týdning fyri týskan fótbólt og fótbólt sum heild.

Beckenbauer vann eina rúgvu av steypum við sínum stóra lokala felagi: FC Bayern München. Umframt Bundesliguna og steypakappingina fýra ferðir hvør, lyfti verjuspælarin størsta evropeiska steypið - tað sum tá svaraði til Champions League - tríggjar ferðir á rað (1974-1976)

Hann gjørdist heimsmeistari á heimavølli í 1974 sum liðformaður hjá Vesturtýskandi. Tvey ár frammaundan vann liðið EM. Í 1972 fekk Franz Beckenbaur størsta persónliga heiðurin: Balon d'Or. Hann vann aftur hendan heiðurin í 1976.

Ein stór orsøk til stóru viðurkenningina var, at Beckenbauer - umframt at vera ein framúrskarandi - var slóðbrótandi í sínum spæli. Hann tók ofta bóltin við sær úr miðverjuni og var skapandi spælari fyri Bayern og Vesturtýskland. Sum yngri var hann nógv meira álopskendur spælari, og tá so Beckenbauer gjørdist verjuspælari tók hann álopskendi brigdini við sær. Ein nýggjur leiklutur varð skaptur í fótbóltsspælinum í seinna helmingini av 1960: Ein libero.

[object Object]
Franz Beckenbauer í HM-finaluni á heimavølli har hann og liðfelagarnir fingu tamarhald á Johan Cruyff og hollendska totalfótbóltinum (Mynd: EPA)

Eftir glæsiliga tíð í Bayern vendi Franz Beckenbauer nøsina móti USA síðst í 1970'unum. Hann kom líka aftur til Týsklands í 1981 og vann Bundesliguna við Hamburger SV, áðrenn spælaraleiðin endaði í New York Cosmos.

Týskarin var ein leiðaratypa og fekk eyðkenda heitið "Der Keiser". Hann gjørdist eisini venjari, og Beckenbauer leiddi í 1986 Vesturtýskland í HM-finaluni. Har vunnu Maradona og teir, men fýra ár seinni var liðið hjá Beckenbauer omaná í finaluni í Rom. Harvið hevur hann heimsmiestaraheitið sum spælari og venjari - eins og brasilumaðurin Mario Zagallo ið eisini andaðist fyrsta vikuskifti í januar. 

Beckenbauer vann seinni Ligue 1 við Marseille, og Bundesliguna og UEFA Cup tá hann vendi aftur og endaði sum venjari í Bayern. Hann var leingi ein av teimum ovastu í nevndini í Bayern München og hevði eisini leiklutir í týska fótbóltssambandinum. Franz Beckenbauer var ein av høvuðsfyriskiparunum til HM-endaspælið, sum var í Týsklandi í 2006.

Seinastu árini fekk "keisarin" nakað av ákærum fyri lógarbrot men varð ongantíð dømdur fyri nakað. Beckenbauer hevði nógvar heilsutrupulleikar: Eygnasjúku, Parkinson við demens og hann varð skurðviðgjørdur í hjartanum. Av hesum orsøkum var ein av teimum allarstørstu týskarum í fótbóltsheiminum lítið at síggja millum fólk seinastu árini. Hann andaðist av nátúrligum orsøkum sunnudagin 7. januar í Salzburg í Eysturríki. Franz Beckenbauer gjørdist 78-ára gamal.

[object Object]
Týskarar minnast og takkað einum av teimum heilt stóru (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder