- Í Póllandi havi eg vanliga eitt skot pr. dyst í miðal, og vanliga fer tað út av stadion.
Hetta staðfesti Andrias Edmundsson fyri Portalinum eftir 4-0 sigurin á Montenegro fyri einum mánaði síðani.
Tá hevði miðverjin eitt langskot, sum gav Montenegro-málverjanum trupulleikar. Í kvøld skoraði 24-ára gamli toftamaðurin fyri fyrstu ferð í Póllandi síðani play-off dystirnar um uppflyting í juni.
Harvið var talan um fyrsta málið hjá Andriasi Edmundsson í Ekstraklasa. Tað tryggjaði eisini Wisla Plock eitt týðandi stig á útivølli móti Motor Lublin.
Útiliðið var kroyst: Lublin hevði leikliga yvirvág, skapti fleiri møguleikar, brendi eitt brotsspark og fekk tvey mál kolldømt. Ta seinna var eftir VAR-kanning í 90. minutti.
Harvið var tað eitt harðvunnið stig hjá Plock og nakað heppið kanska eisini, men Andrias og teir leggja líka í: Teir eru á 2. plássi sum uppflytarar og við málinum hjá føroyingum eftir deyðbolt, er Wisla Plock bert trý stig frá 1. plássinum í løtuni.
Videohæddarpunkt seinni í kvøld ella í morgin - í næstu viku skal Andrias Edmundsson við landsliðnum til Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald