Maria Pálsdóttir Nólsoy kom skjótt fyri seg eftir fótskaðan, sum hon fekk í landsdysti í Føroyum 18. oktober.
21-ára gamli spælskiparin var aftur í dysti fyrr í vikuni, og í dag spældi hon stóran leiklut í lykladysti fyri Horsens (HH Elite).
CS Minaur Baia Mare vitjaði í fyrra play-off dystinum í European League (í 3. umfari). Har skuldi heimaliðið royna at vinna sær ein góðan fyrimun, og tað eydnaðist.
HH Elite vann við seks málum. Í steðginum var 27-13. Í 2. hálvleiki var verjuavrikið flott, og Mathilde Bisgaard Johansen stóð ógvuliga væl í málinum. Tær í gulum og svørtum hildu eisini á at skora, og var Maria Pálsdóttir Nólsoy við í nógvum av málunum.
Ungi føroyski landsliðsprofilurin varð javnsettur toppskjútti hjá Horsens, og tann næstbesti í dystinum, við seks málum. Maria legði eisini upp tvær ferðir og fekk ferð í spælið
Stórur fagnaður á teimum í gulum og svørtum eftir sigurin í play-off umfarinum (Mynd: HH Elite)
HH Elite hevur nú gott útgangsstøði undan dystinum í Rumenia næsta vikuskifti, hóast seks mál ikki altíð er so nógv í hondbólt - serliga tá man skal spæla seinna dystin á útivølli í Rumenia. Samanlagdi vinnarin kemur í bólkaspælið í European League, sum er næststerkasta evropeiska kappingin.
Seinni dysturin verður spældur sunnudagin 16. november - dagin eftir skal Maria Pálsdóttir Nólsoy til Føroyar fyri at byrja HM-fyrireikingrnar.
Jana Mittún og Viborg eru eisini í umfarinum og spæla í morgin ,sunnudagin 9. november, klokkan 13.30 fyrra dystin. Hetta í Svøríki móti IK Sävehof
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald