Mattias Hellisdal spældi í dag sín annan dyst fyri besta liðið hjá Västerås, síðani svenska felagið keypti hann leysan úr B36 í august.
Og sigast má at upplivingarnar hjá havnarmanninum higartil hava verið góðar. Í fyrsta dystinum skoraði hann, og Västerås vann 6-1.
Í dag byrjaði Mattias aftur inni á sentrala miðvøllinum á einum útseldum heimavølli við umleið 8.000 áskoðarum, tá Västerås tryggjaði sær 1. plássið í Superettan.
Síðsta vikuskifti varð uppflytingin tryggjað, og í dag kundu teir í grønum og hvítum aftur fegnast.
Västerås kom afturum beint fyri steðgin men vendi tí til 2-1 stutt eftir steðgin. Tað var 3-1, tá Mattias Hellisdal fór av vølli í 82. minutti, og tað endaði 4-1. Ungi havnarmaðurin rakti stongina.
Nú er uppflytingar- og gullveitsla í Västerås. Kalmar tapti í dag, og harvið vann liðið hjá Mattiasi næstbestu svensku deildini. Í 2026 verður talan um dystir í Allsvenskan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald