Teir vóru aftur á landsliðnum til heimadystirnar móti Armenia og Lettland og áttu sín lut í, at Føroyar fingu stig í báðum dystunum: Bjartalíð mál móti Armenia og Brandur upplegg til málið móti Lettlandi.
Nú eru teir aftur í Fredrikstad, og annar átti ein leiklut í týdningarmikla heimasigrinum móti botnliðnum í Eliteseriuni Lillestrøm í gjár. Málleyst var í hálvleikinum.
Í 50. minutti skoraði Morten Bjørlo við brotssparki. Lillestrøm javnaði níggju minuttir seinni.
Í 63. minutti komu Jóannes Bjartalíð og Jeppe Kjær inn. Føroyingurin var við til at fáa lív í álopsspælið hjá Fredrikstad, og danin var tann, sum avgjørdi. Kjær skoraði til 2-1 í 78. minutti og tryggjaði harvið heimaliðnum trý stig við frálíkari atgerð.
Hæddarpunkt (Norska TV2 á Youtube)
Føroyingafelagið og uppflytararnir eru á 5. plássi, nú fimm umfør resta í, í fremstu norsku deildini. Bert eitt stig er upp til Viking á 4. plássinum, sum gevur Conference League pláss. Tað er eisini bert eitt stig upp til Molde á 3. plássi. Fyriuttan oddaliðið Bodø/Glimt á útivølli, er dystarskráin hjá Fredrikstad restina av árinum ikki so galin.
Støðan og dystarskrá síggjast her
Fredrikstad hevur ein "eyka møguleika" í steypakappingini. Har skal liðið spæla hálvfinalu móti hinum uppflytarunum, KFUM Oslo, 30. oktober.
Brandur Hendriksson Olsen kom ikki á vøllin í gjár. Elisabet Vang er fysisikur venjari hjá Fredrikstad.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald