2024-07-24 10:22
            
        
         
                
                        
Síðst í november og fyrst í desember skulu Føroyar spæla EM-endaspæl í Sveis.
Tað eru longu nógv, sum hava keypt atgongumerki fyri at hyggja eftir føroysku kvinnunum í Basel, og Hondbóltssamband Føroya hevur útvega eitt sindur av atgongumerkjum afturat til "føroyska bólkin í Basel".
Tað er harvið framvegis møguleiki at fáa pláss millum føroysku áskoðarnir. Hetta til á midnátt 28. juli.
Hesum boðar Hondbóltssambandið frá.
Atgongumerki fáast til keypst HER. Loyniorð fyri føroysku atgongumerkini eru: EURO-FAR.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald