Fótbóltur

Fremsti avbjóðarin skal finnast

B36 stendur sterkast í FM-stríðnum, og tí er stórt trýst á bæði NSÍ og KÍ í kvøld. Dysturin í Runavík byrjar klokkan 19.

Nógv stendur uppá spæl við Løkin í kvøld - NSÍ og KÍ eru jøvn í stigum og fimm stig aftanfyri B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nógv stendur uppá spæl við Løkin í kvøld - NSÍ og KÍ eru jøvn í stigum og fimm stig aftanfyri B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-18 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er tann útsetti dysturin, ið bíðað hevur verið eftir í næstan tveir mánaðir. Tað eru tvey lið, sum so at siga alt árið hava verið heilt frammi í oddinum. Nú hevur B36 yvirhálað bæði - árstalsfelagið vann í Klaksvík 21. august, og sunnudagin sigraði liðið hjá Jákup á Borg á NSÍ við Løkin.

Les eisini: B36 setti NSÍ uppá pláss í oddadystinum

Hetta ger, at trý stig er eitt krav til bæði NSÍ og KÍ í kvøld. NSÍ skal ikki spæla aftur móti B36 í ár og er á heimavølli, so eitt lítið sindur meira trýst liggur á NSÍ at vinna, men hjá KÍ er veruleikin tann, at um trý stig koma í hús í kvøld, kann liðið avgerað alt sjálvt. 

[object Object]
Klæmint Andarsson Olsen er aftur ivasamur í kvøld (Mynd: Olaf Olsen)

Tapið hjá NSÍ sunnukvøldið var tað fyrsta síðani í Klaksvík í apríl, og harvið skulu runavíkingar veurliga reisa seg. Nógv hevur eydnast hjá Guðjóni Tórðarssyni og hansara monnum í ár, men móti B36 byrjaði Klæmint Andrasson Olsen á bonkinum, og suverni toppskjúttin í deildini við 24 málum er ivasamur í kvøld.

Orsøkin er mateitran, ið áleyparin varð raktur av á landsliðstúrinum í Spania, og sum framvegis ávirkaður av hesum. Hetta skrivaði in.fo í gjár.

[object Object]
Semir Hadzibulic spælir møguliga ikki í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá KÍ er eisini ein lyklaleikari ivasamur. Semir Hadzibulic spældi ikki móti TB sunnudagin, og spurningurin er, um hann verður á miðvøllinum í kvøld. KÍ kemur til Runavíkar við trimum sigrum á rað í skjáttuni.

Sera nógv er uppá spæl í Runavík í kvøld. Um ein vinnari verður funnin í kvøld er tað liðið næstan heilt uppi í hølunum á B36, meðan tað so sær sera tungt út hjá tapandi liðnum í FM-stríðnum. Liðini kunnu helst ikki brúka javnleik til so nógv.

Betrideildin, 16. umfar (útsettur frá 27.07)
Við Løkin, Runavík
(19.00): NSÍ - KÍ 

Dysturin kann síggjast á Rás 1 - til ber eisini at fylgja við á forsíðu okkara

Støðan í oddinum: 
1. B36 (53 stig) 22 dystir
2. NSÍ (48 stig) 21 dystir
3. KÍ (48 stig) 21 dystir

 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder