placeholder
Annað

Freyr úr Lamba var skjótast í Markagili á ólavsøku

Hóast sirm og ivaveður var fitt av áskoðarum komnir niðan í Marknagil at hyggja eftir kappríðing ólavsøkudag.

(Mynd: ross.fo)

(Mynd: ross.fo)

2018-07-30 14:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast sirm og ivaveður var fitt av áskoðarum komnir niðan í Marknagil at hyggja eftir kappríðing ólavsøkudag.

Tey fingu eisini spenning fyri pengarnar, umframt nýggjar vinnarar í fleiri bólkum. Serliga var tað kappingin í tvíspori fyri vaksin, sum var spennandi. Hans Pauli Poulsen og Svanna høvdu vunnið báðar tær undanfarnu FM kappingarnar, men seinast var bara ein hundrandapartur av einum sekundi aftur til nummar tvey.

Hesaferð dystaðust nummar tvey og trý frá seinast móti hvørjum øðrum, Tað var Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki, móti Marengo við Regini Johannessen. Hetta eru tvey sera jøvn ross, tey fylgdust eisini sera væl. Tá tey komu um málið átti Freyr tó munin, men bert við trimum hundraðpartum av einum sekundi. Hetta skuldi eisini vísa seg at røkka til at vinna kappingina, tí Svanna, sum rann í seinasta riðlinum, megnaði ikki at koma so langt niður í tíð.

So stór frøði á Bryndis Hjartardóttur og Onnu Magnussen úr Lamba, ið eigur Freyr. Samstundis var FM kappingin aftur víðopin, Svanna er enn á odda, men bæði Freyr og Marengo hava nú møguleika at vinna føroyameistaraheitið.

Hjá teimum ungu var eisini nýggjur vinnari. Sílfa og Ása Bárðardóttir úr Havn, vunnu við einari sera góðari tíð. Nummar tvey gjørdist Silja G. Eystberg á Blanku og nummar trý Randarsól Heinesen og Spirit.

Hinar greinarnar vunnu hesi. Skeið: Reigin Johannessen á Gylling. Trav opin flokkur: Marna Anthoniussen á Oskar. Trav: Kristfríð D. Jacobsen á Oskar.

Allar tíðirnar á ólavsøku

Kelda: ross.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder