EB/Streymur skrivar, at fitt av fólki var møtt í Hólmanum til aðalfundin í gjárkvøldi. Har greiddi nevndin fyrst frá virksemi felagsins í 2019, og síðani var nevndarval á skránni.
Formaður seinastu tvey árini, Oddur Ejdesgaard, tók ikki við eftirvali og takkaði fyri seg sum formaður.
Fróði Reinert Petersen, Kayo Sørensen og Eyðstein Zachariasen vórðu valdir í nevndina, og Fróði er nýggjur formaður í felagnum. Eyðstein verður næstformaður.
Rúni Kruse heldur fram sum kassameistari í felagnum, og Tonny Kruse sum skrivari. Hinir í nevndini eru Kayo Sørensen, Torfinn Djurhuus og Oddur Ejdesgaard.
Fróði Zachariasen og Ólavur Ejdesgaard vórðu valdir sum tiltakslimir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald