Fríggjadagin 2. september spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum HM-undankappingardyst á heimavølli móti Ukraina, og í hesum sambandi ynskir FSF at bjóða øllum barna- og ungdómsliðum til fjepparatiltak og landsdyst.
Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá á heimasíðu sínari í dag.
Fjepparatiltakið verður á parkeringsøkinum uttanfyri Nummar 12, har møguleiki verður at royna seg í ymiskum fótbóltsspølum, samstundis sum møguleiki verður at vinna m.a. landsliðstroyggjur. Eisini verður skipað fyri livandi tónleiki og andlitsmáling, so øll koma í rættan dystarhýr.
Fótbóltssamband Føroya skipar eisini fyri bussflutningi til og frá Tórsvølli fyri tey, ið hava tørv á hesum, skrivar fsf.fo, har til ber at melda seg til fjepparatiltakið - í Nethandlinum.
Landsliðið spælir tveir dystir í hesum landsliðsumfarinum, og talan er um seinastu dystirnar í hesari undankappingini. Fríggjakvøldið 2. september kl. 18.00 tekur føroyska liðið móti Ukraina, og týskvøldið 6. september kemur Skotland á vitjan. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvøll
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald