2020-03-23 11:22
Kappingarnevndin hjá FSF hevur, í samráð við heilsumyndugleikarnar, tikið avgerð um, at allar kappingar hjá FSF í apríl verða útsettar fyribils.
Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Hetta merkir, at eingin dystur í lands- ella steypakappingunum (galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbólt) verður spældur áðrenn 1. mai.
Les eisini: ÍSF tekur undir við at leingja koronatiltøkini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald