Allar ítróttagreinar halda steðg, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast – í øllum førum til og við 13. apríl.
So leingi almennu myndugleikarnir mæla fólki frá at savnast, so leingi stendur steðgurin í føroyska ítróttaheiminum við, sigur Ítróttasamband Føroya í tíðindaskrivi.
ÍSF leggur dent á, at øll feløg og sambond innan ÍSF virða seinastu almennu tilráðingarnar.
Tað merkir, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll ítróttatiltøk – bæði innandura og uttandura – í øllum deildum og aldursbólkum halda steðg í øllum førum til og við 13. apríl, sum er seinasta tilráðingin frá almennu myndugleikunum.
– Nú eigur eingin at slaka. Vit taka framvegis ábyrgd og vilja vera við til at skerja smittuvandan. Støðan skal framvegis takast í størsta álvara. Samfelagssinni er framvegis lyklaorðið her, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald