Eftir tapið í Riga 10. september var landsliðsvenjaraspurningurin til viðgerðar í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandinum. Hetta kundu bæði Portalurin og Sosialurin avdúka undan síðsta vikuskifti.
Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober
Seinastu tvey árini hava ikki verið so nógv ljós punkt á A-landsliðnum, og Føroyar eru samanlagt farnar 30 pláss niður á FIFA-styrkislistanum síðani 2020 - tá verandi landsliðsvenjaratoymi tók við.
Nú er føroyska manslandsliðið kroyst at fáa stig í heimadystum móti Armenia og Lettlandi fyri hava ein betri møguleika at ikki flyta niður í Deild D í Nations League.
Ein spurningur í Fótbóltsføroyum er, hvørt hesir dystirnir kunnu fáa beinleiðis ávirkan á framtíðina hjá Håkan Ericson. Sviin hevur sáttmála við FSF fyri 2025 eisini.
Christian Andreasen hevur ikki so nógv at siga um støðuna alment.
Hevur FSF nakrar viðmerkingar til søgurnar um venjaraspurningin á A-landsliðnum? Verður tað viðgjørt aftur, um úrslitini í komandi heimadystum ikki eru nøktandi?
- Starvsnevndin hjá FSF viðger regluliga støðuna við okkara landsliðum. FSF hevur ikki aðrar viðmerkingar, sigur forsetin í FSF við Portalin.
Føroyar spæla hósdagin 10. oktober móti Armenia og sunnudagin 13. oktober móti Lettlandi - báðir dystirnir eru á Tórsvølli og báðar Nations League-uppgerðirnar byrja klokkan 19.45.
Portalurin fylgir A-landsliðnum tætt hesa næstu vikuna. Hópurin savnast fyrrapartin í morgin og hevur fyrstu venjingina á Tórsvølli seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald