Fótbóltur

FSF skipar fyri Heilsufótbóltsdegi

Dýra Biðidag verður møguligt hjá øllum at verða við til heilsufótbólt.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-02-21 22:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin 17. mai, Dýri Biðidagur, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri Heilsufótbóltsdegi á Tórsvølli.

Í samband við fótbóltskappingina verður kappast í tveimum bólkum, kvinnur og blandað (kvinnur og menn). Kappingarnar verða skipaðar á fjórðingsvølli, við fimm spælarum á hvørjum liði. Møguleiki verður at hava tveir eykaspælarar, skrivar FSF á heimasíðuni.

Fyri at taka lut í fótbóltskappingini, skal viðkomandi ikki hava tikið lut í landskappingini í fótbólti seinastu fimm árini.

Vinnandi liðið fær steyp til ognar, og atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Malta. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3.

Tað er tó ikki eitt krav til luttakararnar á heilsudegnum, at taka lut í fótbóltskappingini.

Sí meir um skránna, tilmelding o.a. á heimasíðuni hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder