Endamálið við Grassrootsvikuni er at varpa ljós á breiddarfótbóltin, og við ymiskum tiltøkum at vísa, at fótbóltur er fyri øll og kann spælast allastaðni. Í hesum sambandi vóru børn og ung frá serskúlum og -breytum boðin á Tórsvøll at spæla við nýggja og stuttliga fótbóltsútgerð hjá FSF, skrivar Fótbóltssambandið.
Christina Ravnsfjall, Grassrootssamskipari greiðir frá, at tiltakið eisini er ein partur av samstarvinum millum FSF og Parasport Føroyar, sum hevur til endamáls at geva øllum børnum møguleika fyri at íðka og spæla fótbólt.
Eisini greiðir Páll Mohr Joensen, lærari á Skúlanum á Trøðni, frá týdningin, sum slík tiltøk hava fyri næmingar hansara.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald