Fótbóltur

FSF Varpið: Skulu byggja víðari á tað góða

Nýggi venjarin hjá A-landsliðnum, John Petersen, sær fram ímóti komandi venjingardystunum og undankapping.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-04-03 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Til komandi undankapping skal føroyska liðið fyrst og fremst halda fast í tí góða frá farnu kapping og síðani byggja víðari á tað

Millum annað hetta sigur John Petersen í FSF-varpinum. Landsliðsvenjarin fegnast um, at Betrideildin hjá kvinnum sær jøvn út í ár.

Fyrr í ár tók John Petersen við sum landsliðsvenjari eftir Pætur Clementsen, og fríggjadagin verður farið til Litava at spæla tveir venjingardystir. Teir dystirnir eru ávíkvist 7. og 9. apríl.

Í EM-undankappingini er føroyska liðið komið í bólk saman við Noregi, Wales, Hvítarussland og Norðurírlandi. Sambært John Petersen er talan um ein sterkan bólk, og hóast úrslitini ikki altíð vóru so góð í seinastu HM-undankapping, so gjørdust avrik og úrslit betri og betri fyri hvønn dyst.


 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder