
Luttøkan hjá føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum í undankappingini til HM 2023 kom at enda týskvøldið, tá Skotland vann stórsigur á Tórsvølli
Í síðstu viku spældu Føroyar ein góðan dyst móti Ukraina, har tað endaði 0-3. Tveir dagar áðrenn hendan dystin skipaðu kvinnulandsliðið og FSF fyri U9-venjing á Tórsvølli.
Lið úr øllum landunum kundu melda seg til, og 150 gentur og dreingir úr átta ymiskum feløgum luttóku til eina stuttliga venjing í góðveðrið.
Sí sjónband ovast í greingini
Les eisini: Hava flutt okkum rætta vegin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald